Myndugleikarnir í Turkalandi hava gjørt av at koyra ísraelska sendiharran av landinum. Samstundis hevur Turkaland ógildað allar avtalur við Ísrael um hernaðarsamstarv.
Avgerðina hevur stjórnin í Ankara tikið við støði í einari frágreiðing, sum ST hevur skrivað um tilburðin, tá ísraelski herflotin steðgaði skipum, sum vóru á veg til Gaza-geiran í mai í fjør. Tíggju turkar lótu lív í samanbrestinum við ísraelsku hermenninar. Turkaland hevur kravt, at Ísrael skal biðja um umbering fyri tilburðin, men tað vil ísraelska stjórnin ikki gera. Ísraelsmenn halda uppá, at teirra hermenn skutu í sjálvverju.
ST-frágreiðingin um tilburðin í mai í fjør er ikki almannakunngjørd enn, men blaðið The New York Times hevur kortini kunngjørt brot úr henni. Har stendur millum annað, at ísraelsmenn brúktu óneyðuga harðrenda framferð í sambandi við tilburðin. Hinvegin sigur frágreiðingin, at ísraelska avgerðin av banna skipum at koma til Gaza er lóglig. Tað heldur Turkaland ikki.










