Turkaland roynir semju í Libya

Turkaland ætlar sær at royna at fáa eina vápnahvíld í lag ímillum libysku stjórnina og uppreistrarmenninar. Ein embætismaður í uttanríkisráðnum í Ankara sigur við tíðindastovurnar, at uppskotið um vápnahvíld verður lagt fram á fundi við libyska varauttanríkisráðharran, Abdelati Obeidi, og eitt umboð fyri uppreistrarmenninar.

Abdelati Obeidi kemur til Ankara í dag, men embætismaðurin vildi ikki siga, hvør umboðar uppreistrarmenninar, ella nær tað umboðið kemur.

NATO-aðalskrivarin, Anders Fogh Rasmussen, er eisini í Ankara í dag og tosar við turkisku stjórnina um støðuna í Libya.

Turkaland, sum er muslimskt og limur í NATO, var leingi ímóti loftálopunum á Libya.