Tað var næstan bara einvegis ferðsla, tá Turkaland vann ein knúsandi 9-1 stórsigur á Luksemborg á Tórsvølli fyrr í kvøld. Turkaland vann hósdagin 3-0 á Montenegro, og tað merkir, at Turkaland kann noyðast við javnleik ímóti Føroyum týsdagin fyri at vinna undanbólkin til HM-undankappingina.
Meðan turkar hava málmunin 12-1, so hava Føroyar málmunin 7-2. Tað eru fýra undanbólkar, og teir fýra bólkavinnararnir og tann besti tveyarin av fýra møguligum vinna seg víðari til HM-undankappingini. Um úrslitini laga seg kann javnleikur verða nóg mikið hjá Føroyum ímóti Turkalandi, men tað er ikki nakað ein kann spæla uppá.
Milike Pekel og Selen Altankulak vóru í hopla fyri Turkaland, sum var á odda 3-0 í steðginum. Pekel og Altankulak skutu trý mál hvør. Hini málini skutu Didem Karagenc og Ebru Topcu, haraftrat gjørdi Luksemborg sjálvmál. Gabriella de Lamos skoraði til 1-5 fyri Luksemborg, men tað pyntaði lítið tá samanum kom.
Neyðugt er, at minst 1.000 fólk møta á Tórsvølli at stuðla okkara kvinnum, tá tær skulu spæla ímóti Turkalandi á Tòrsvølli, týsdagin klokkan 13. Sterka turkiska liðið kann liva við javnleiki, men við einum heimavølli og góðum stuðuli kann tað bera langt hjá okkara kvinnum. Tað bleiv prógvað í dag, tá Føroyar vunnu 2-1 á Montenegro.
Besti tveyarin í teimum fýra undanbólkunum verður funnin við at samanbera úrslitini hjá teimum fýra tveyarunum ímóti nummar eitt og nummar trý í bólkinum, tá allir dystirnir eru spældir. Megna Føroyar javnleik ímóti Turkalandi, og ein vinnari verður í dystinum millum Ísrael og Moldova í bólki C, so er møguleikin til staðar, at Føroyar við fýra stigum ímóti nummar eitt (Turkalandi) og nummar trý (Montenegro) kann gerast tann besti tveyarin. Men tað er ógvuliga óvist at spæla uppá.
# | Bólkur A | D | V | J | T | MM | Stig | |
---|---|---|---|---|---|---|---|---|
1. | 2 | 1 | 1 | 0 | 6:2 | 4 | ||
2. | 2 | 1 | 1 | 0 | 3:2 | 4 | ||
3. | 2 | 1 | 0 | 1 | 2:2 | 3 | ||
4. | 2 | 0 | 0 | 2 | 1:6 | 0 | ||
# | Bólkur B | D | V | J | T | MM | Stig | |
1. | 2 | 2 | 0 | 0 | 7:0 | 6 | ||
2. | 2 | 1 | 1 | 0 | 3:2 | 4 | ||
3. | 2 | 0 | 1 | 1 | 0:1 | 1 | ||
4. | 2 | 0 | 0 | 2 | 2:9 | 0 | ||
# | Bólkur C | D | V | J | T | MM | Stig | |
1. | 2 | 2 | 0 | 0 | 9:0 | 6 | ||
2. | 2 | 2 | 0 | 0 | 6:0 | 6 | ||
3. | 2 | 0 | 0 | 2 | 0:4 | 0 | ||
4. | 2 | 0 | 0 | 2 | 0:11 | 0 | ||
# | Bólkur D | D | V | J | T | MM | Stig | |
1. | 2 | 2 | 0 | 0 | 12:1 | 6 | ||
2. | 2 | 2 | 0 | 0 | 7:2 | 6 | ||
3. | 2 | 0 | 0 | 2 | 1:5 | 0 | ||
4. | 2 | 0 | 0 | 2 | 2:14 | 0 | ||
# | Støðan hjá tveyarunum: | D | V | J | T | MM | Stig | |
1. | 2 | 2 | 0 | 0 | 6:0 | 6 | ||
2. | 2 | 2 | 0 | 0 | 7:2 | 6 | ||
3. | 2 | 1 | 1 | 0 | 3:2 | 4 | ||
4. | 2 | 1 | 1 | 0 | 3:2 | 4 |