So fer føroyska fótbóltslandsliðið í holt við sína triðju Nations League kapping. Mótstøðuliðini í C-deildini eru Turkaland, Litava og Luksemborg.
Føroyar leggja fyri við tí torførasta dystinum á útivølli, har Turkaland er mótstøðuliðið. Turkaland er risa favorittur til at vinna dystin í annaðkvøld. Dysturin byrjar klokkan 19.45.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Sendingin byrjar klokkan 18.45. Vertur og tøkningur verður Óli G. Samuelsen.
Aftaná dystin verður "Triði Hálvleikur", har Tróndur prátar við leikarar og venjarar.
In.fo fer í samstarvi við dystir.fo at hava beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo