Turkaland fær hjálp frá NATO

Uttanríkisráðharrarnir í teimum 28 NATO-londunum fara at játta umsóknini frá stjórnini í Turkalandi um at seta Patriot-rakettir fram við markinum millum Turkaland og Sýrialand. Tað siga diplomatiskar keldur í Bruxelles.

Uttanríkisráðharrarnir hittast til fundar í belgiska høvuðsstaðnum í dag, og sambært teimum diplomatisku keldunum verður avgerðin um rakettirnar tikin á hesum fundinum.

Tað var í síðsta mánað, at Turkaland bað NATO um Patriot-rakettir, sum kunnu brúkast til at steðga rakettum og flogførum. Umsóknin hevur fingið meiri umrøðu teir seinastu dagarnar, nú fleiri tosa um, at sýriski herurin kanska fer at brúka eiturvápn.

Spurningurin er, hvat Russland fer at siga, um NATO setir rakettir upp í Turkalandi. Russar hava fyrr mótmælt slíkum ætlanum.