Turkaland hevur sett í verk eitt álop, sum skal raka kurdiskar herdeildir í norðrara parti av Sýria, og fyrstu myndirnar av bumbubrestum eru nú at síggja í útlendskum miðlum.
Í sýriska marknabýnum, Ras al Ain, eru bumbur brostnar, og sagt verður, at sivilfólk í økinum eru í panikki.
Altjóða myndaskrivstovur hava longu fingið fyrstu myndirnar av bumbubrestum nær marknabýnum, Tel Abyad, í Sýria.
ES tekur ikki undir við turkiska álopinum á kurdarnar í Sýria, og ES verður ikki við til at tryggja ein geira, sum Turkaland sigur seg vilja hava, um álopini í Sýria fara at eydnast.
Tað sigur ES-nevndarformaðurin, Jean-Claude Juncker, sambært Dave Keating, sum er tíðindafólk á netsíðuni, Politico.
Ónevnd embætisfólk í ES siga seg stúra fyri, at álopini í Sýria óiva fara at føra til ein enn størri streym av flóttarfólkum úr landinum.
NATO-leiðarin, Jens Stoltenberg, sigur, at hernaðarsamgongan skilir avbjóðingarnar hjá Turkalandi, tá ræður um trygdina í økinum.
Jens Stoltenberg heitir tó á Turkaland um at vera afturhaldið og at avmarka menniskansligar líðingar í atsóknunum.
##med2##