Turka svartkjaft til Nigeria

- Skipini fáa betri prís fyri svartkjaftin, sum verður landaður til matna, sigur Varðin í Gøtu.

Tróndur í Gøtu og Jupiter hava landað svartkjaft, sum er framleiddur til matna hjá Varðanum Pelagic. Ein partur av hesi nøgdini er farin til víðari framleiðslu í Vági.

 

Heimasíðan hjá Varðanum í Gøtu veit at siga, at tað er Faroes Apama, sum framleiðir turkaði toskarhøvd til nigerianska marknaðin, ið hevur gjørt eina roynd við skornum svartkjafti til turkingar.

 

- Tað, sum hevur verið størsta avbjóðingin, er at fáa allan livurin burtur. Royndirnar hava higartil verið góðar, og tað hevur eydnast væl í hesum royndunum at fáa livrina burtur.

 

Tað sigur Luðvík Haraldsson, stjóri hjá Faroes Apama, við heimasíðuna.

 

Lagt verður aftrat, at Varðin Pelagic hevur ordrar liggjandi upp á svartkjaft til matna, og tey vóna tí at fáa keypt fleiri svartkjaftalastir.

 

- Skipini fáa betri prís fyri svartkjaftin, sum verður landaður til matna, veit Varðin Pelagic at siga.