Turið skoraði 20 mál

Turið Arge Samuelsen skoraði óvanliga nógv mál, tá Kyndil vann á VB

Ein dystur var í SMS-deildini í gjár, sum er besta hondbóltsdeildin hjá kvinnum. Kyndil vann 39-26 á VB og hálvleiksstøðan var 19-11 til heimaliðið.

 

Sermerkt við dystinum var, at Turið Arge Samuelsen skoraði heili 20 mál fyri Kyndil. Tað kemur fyri, at spælara koma upp á tvey siffrað mál, men tað ikki vanligt at koma upp á tjúg mál. Øll málini vóru skotin úr opnum spæli.

 

Nýggi hondbóltsbloggurin hjá Sjúrði H. Hoydal, trok.fo, skrivar frá Ásbrini N. Nattestad, at metið er 24 mál í einum dysti. Tað var Daiva Tomaite, sum skoraði tey í dysti fyri VB fyrr í hesi øldini.