Tá dysturin millum StÍF og Kyndil í SMS-deildini var liðugur ígjár hevði Kyndil vunnið 38-12 (18-4).
Undir dystinum skoraði Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli 10 ferðir, og Rebekka Justinussen tvær ferðir.
Tá hetta kappingarárið í SMS-deildini byrjaði hevði Rebekka skotið 1.937 mál, og Turið skotið 1.824 mál. Hetta er sambært hagtølunum hjá hagtalsmanninum, Ásbirni N. Nattestad, ið ganga aftur til 2004.
Turið hevur higartil skotið 127 mál í hesum kappingarárinum, meðan Rebekka hevur skotið 12 mál.
Tað merkir, at Turið hevur nú skotið 1.951 mál, og Rebekka hevur nú skotið 1.949 mál. T.v.s. siga, at tær báðar hava samanlagt skotið 3.900 mál.
Sannlíkindini fyri, at Turið og Rebekka røkka gylta talinum - 2.000 málum - í hesum kappingarárinum eru stór.
##med2##












