Turið er fyrsta kvinna á ovastu rók í banka

Stjóraskiftið er í BankNordik í dag, og fyri fyrstu ferð í føroysku bankasøguni verður ein kvinna ovasti forstjóri í einum føroyskum banka

 

Árni Ellefsen er nú farin frá sum stjóri í BankNordik. Í sambandi við at bankin í morgun kunngjørdi roknskapartølini fyri ársins fyrstu mánaðir, boðaði bankin frá, at Árni Ellefsen hevur sín seinasta arbeiðsdag í dag. Hann hevur verið forstjóri í samtakinum síðani 2015. Hann segði seg úr starvi í fjør, og hevur arbeitt í uppsagnartíðini, sum er eitt ár.

 

Árni Ellefsen er 57 ár, útbúgvin cand.merc.aud og statsautoriseraður grannskoðari. Hann hevur verið partur av samtaksleiðsluni síðani 2011, og áðrenn hann kom í bankan, starvaðist hann m.a. sum grannskoðari og fíggjarstjóri.

 

Nýggi forstjórin í BankNordik er Turið F. Arge, sum nú tekur við starvinum. Hon hevur verið partur av samtaksleiðsluni síðani 2015. Turið F. Arge er 40 ára gomul. Honer útbúgving cand.merc.aud. og hevur eina Executive MBA.

 

Tað var tann 27. juni í fjør, at nevnd bankans kunngjørdi, at Turið F. Arge skuldi taka við sum nýggjur stjóri eftir Árna Ellefsen, sum hevði sagt upp í apríl.

 

Bankin skrivaði tá, at til tess at tryggja, at týðandi vitan verður varðveitt í samtakinum, og at BankNordik framhaldandi kann rekast víðari á hollum grundarlagi, heldur Árni Ellefsen fram sum forstjóri í eitt tíðarskeið, áðrenn Turið F. Arge tekur við sum forstjóri.

 

Bankin skrivaði eisini, at Turið F. Arge hevur starvast í BankNordik síðan 2007 og hevur havt eina røð av ymiskum leiðslustørvum, og hevur seinastu árini røkt starvið sum rakstrarstjóri í samtakinum. Síðan 2015 hevur Turið verið partur av samtaksleiðsluni og ein drívmegi handan góðu gongdina hjá samtakinum. 

 

Nevnd bankans:

 

Birita Sandberg Samuelsen, nevndarforkvinna

Rúni Vang Poulsen, næstformaður

Birger Durhuus

Marjun Eystberg

Kristian Reinert Davidsen

Kenneth Samuelsen (Starvsfólkaumboð)

Alexandur Johansen (Samtaksumboð)

Anja Rein (Starvsfólkaumboð)