Turid Arge í starv sum aðalstjóri

Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur í dag sett Turid Arge í starv sum aðalstjóra í heilsumálaráðnum.

Turid er 48 ára gomul og útbúgvin cand.merc. við sergrein í strategi, organisatión og leiðslu. Harumframt hevur hon eina masterútbúgving í dygd og leiðslu innan almanna- og heilsuøkið.

Turid Arge hevur starvast í almanna- og heilsumálaráðnum sum deildarstjóri í ellivu ár. Seinasta hálva annað árið hevur hon starvast sum ráðgevi í fíggjarmálaráðnum. Áður hevur hon starvast í Danmark hjá Børsen og Post Danmark.