Turið Finnbogadóttir Arge, sølu- og marknaðarleiðari hjá BankNordik, er komin á talent100 listan hjá Berlinske Tidende.
Hvørt ár seinastu 10 árini hevur Berlingske Tidende gjørt ein lista yvir fólk í danska - og harvið eisini føroyska - vinnulívinum verða kosin innan ymsar greinar. Tað er innan greinina sølu- og marknaðarleiðari, at Turið Finngbogadóttir er vald.
Turið Finnbogadóttir Arge er fyrsti føroyingurin í einari føroyskari fyritøku, ið er útvalt í talent100 hjá Berlinske. Heini Zachariassen er áður útvaldur, men tað var sum stjóri í donsku fyritøkuni bullguard.
Turið Arge er 30 ára gomul, og ein av treytunum fyri at sleppa á talent100 listan hjá Berlinske er, at viðkomandi skal vera undir 35 ár.