Turið spælir ikki aftur hetta kappingarárið

Toppskjúttin í SMS-deildini er við barn og spælir ikki fleiri dystir hetta kappingarárið

Tað hevur gingið væl hjá Kyndli seinastu tveir dystirnar.

Føroyameistararnir hava vunnið á bæði Neistanum og H71, og liggja nú sera væl fyri í SMS-deildini.

Sí eisini:

Turið og Kyndil knústu Neistan

Reytt kort og drama á Hálsi: Kyndil tók seks mál aftur og vann í...

Ein stór orsøk til tess hevur verið Turið Arge Samuelsen, sum skoraði ávikavist 12 og seks mál í dystunum báðum.

Kviki vongurin, sum í seinastuni hevur gjørt nógv um seg sum bakkur, er eisini tann leikarin, sum hevur skorað flest mál í SMS-deildini í ár.

Men tey 65 málini verða ikki fleiri hetta kappingarárið. Og hóast Kyndil og føroyska landsliðið fara at sakna lyklaleikaran, er orsøkin gleðilig.

Turið Arge Samuelsen er við barn, og hon sigur við in.fo at hon skal eiga í summar, og væntar at verða aftur á vøllinum kappingararíð 2020/2021.

- Tað var eyka umráðandi at vinna á Neistanum og H71 áðrenn og enda við einum braki, sigur Turið Arge Samuelsen stutt áðrenn hon fer at fylgja dystinum ímillum Føroyar og Ísland klokkan 17.00 í dag.

Sí eisini:

Broytt landslið til Íslands

Støðan í SMS-deildini

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF102802196116
2Kyndil92391706914
3Neistin102472192812
4H7192362102612
5Stjørnan9225240-158
6StÍF10214300-864
7VB9190273-830

Máltindurin í SMS-deildini

Turið Arge SamuelsenKyndil65
Marita MortensenH7162
Ingunn Kristina PerssonNeistin62
Haruka GimaStÍF57
Súna Krossteig HansenKyndil55
Tóra EliasenStjørnan52
Agnas OlsenVÍF52
Liljan MüllerVÍF50
Maria Halsdóttir WeyheH7149
Mina Lava SirdalStjørnan49

Máltindurin verður kunngjørdur í Ítrottarsosialinum hvønn mánadag