TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði í beinleiðis upptaktssendingini hjá Rás2 við Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli, og við Brynju Høj hjá Neistanum, sum verða tveir lyklaspælarar, tá Neistin og Kyndil spæla kvinnufinaluna í Faxe Kondi steypakappingini klokkan 13.30 í morgin.
Turið Arge Samuelsen og Brynja Høj vóru samdar. Tað eru tvey tey bestu kvinnuliðini, sum møtast í steypafinaluni, og hvørgin teirra vil átaka sær leiklutin at verða favorittur til at vinna finaluna.
Tróndur Arge sigur frá kvinnufinaluni ímillum Neistan og Kyndil, sum byrjar klokkan 13.30. Teitur Joensen verður viðmerkjari. Hilmar Jan Hansen sigur frá mansfinaluni millum H71 og StÍF, sum byrjar klokkan 16. Claus Rasmussen verður viðmerkjari. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7. Vestmenningar lurta við á STAÐIÐ FM 101.










