TRÝST Á PÍLIN UNDIR MYNDINI,
og hoyr samrøðurnar hondbóltsreportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Turið Arge Samuelsen og Báru K. Hansen hjá Kyndli aftaná kyndilskvinnur fyrr í dag vunnu greiðan 27-19 sigur á Neistanum. Í steðginum var Kyndil á odda 11-9.
Turið og Bára fegnast um hvussu væl Kyndil hevur strítt seg inn í FM-finalustríðið aftur. Tað sá einki út í fyrru helvt av grundspælinum. Bára staðfestir, at afturkomnu spælararnir, Turið Arge Samuelsen og Marianna G. Eystberg hava gjørt stóran mun.
Støðan (hsf.fo) | Dystir | Vunnin mál | Tapt mál | Munur | Stig |
---|---|---|---|---|---|
VÍF | 18 | 515 | 418 | 97 | 28 |
KYNDIL | 19 | 479 | 443 | 36 | 26 |
NEISTIN | 19 | 452 | 399 | 53 | 24 |
H71 | 19 | 503 | 474 | 29 | 22 |
STJØRNAN | 18 | 419 | 450 | -31 | 11 |
STÍF | 19 | 375 | 559 | -184 | 1 |