Turið Horn í sóttarhaldi í Skálavík

- Eg fari at skriva dagbók, meðan eg eri her, sigur býráðslimurin í Havn, sum hevur tíkina - Daisy - við sær í Skálavík.

 

Turið Horn, sum er býráðslimur í Tórshavnar kommunu, er í sóttarhaldi í einum summarhúsum í Skálavík. Hon er ikki staðfest sjúk við korona-virus, men hevur verið í samband við annan býráðslim í Tórshavnar kommunu, sum er staðfestur sjúkur. Hon hevur eisini verið í samband við eitt annað fólk, sum hevur fingið staðfest korona-smittu.

- Vit eiga eini summarhús her í Skálavík, og her fari eg at vera einsamøll ta tíð, eg skal vera í sóttarhaldi. Eg havi gomul og sjúk foreldur búgvandi í íbúð í kjallaranum hjá okkum í Havn, mamman er 92, og pápin er 88, og sjálvandi skulu tey bæði verjast so væl tað ber til.

Turið Horn sigur, at hon hevur tað gott, og hon hevur eingi sjúkutekin. Tá hon fekk at vita, at hon skuldi í sóttarhald, vaskaði og sprittaði hon alla íbúðina hjá foreldrum sínum. - Ja, eg gjørdi alt tað, eg megnaði fyri at sletta øll míni spor, um tað skuldi hent, at eg gerist sjúk.

Hon sigur, at so skjótt tað gjørdist greitt, at hon skuldi í sóttarhald, pakkaði hon síni ting og tók tann mat við sær, sum var í húsinum, og síðan fór hon til Skálavíkar í summarhúsini. - Sjálvandi hugsi eg um gomlu foreldur míni, men kenslur eru ikki vandamiklar, tó at tær kunnu vera pínufullar. Nú vóni eg bara, at tey ikki gerast sjúk.

Turið Horn væntar, at hon verður í Skálavík einar 7-10 dagar, tí hennara sóttarhald kann gerast eitt sindur forskotið, tá hon ikki hevur verið saman við serliga nógvum fólki teir seinastu dagarnar, áðrenn hon fór til Skálavíkar.

- Men, sjálvandi. Alt veldst um, hvørt eg, sum dagarnir ganga, fái nøkur sjúkueyðkenni ella ei. Sum er, føli eg einki, og eg havi tað í allar mátar gott, sigur hon.

Býráðslimurin vísir á, at vanliga, tá familjan er í summarhúsunum í Skálavík, eru tey fleiri saman. Men, nú situr hon einsamøll - og tó. Turið Horn hevur tíkina - Daisy - við sær, og tær báðar verða nú saman ta komandi tíðina í Skálavík.

- Í Skálavík havi eg onga neyð, og tað eru longu fleiri, sum hava bjóðað sær at hjálpt mær, um mær skuldi tørvað eitt hvørt í tí dagliga, sigur Turið Horn við In.fo úr Skálavík í morgun. 

Býráðslimurin leggur aftrat, at hon hevur avgjørt at skriva dagbók, meðan hon er í sóttarhaldi. - Onkur hevur sagt, at "... um tú ikki kanst líta út eftir, so kanst tú líta inneftir..." Vit mugu øll royna at tola okkara egna selskap, leggur hon brosandi aftrat.

##med2##

##med3##