Turið Arge Samuelsen hevur seinnu árini verið millum bestu spælararnar í landinum, men hevur ikki tikið av tilboðum uttanlands frá, tí sonurin hevur verið so lítil. Við tíðini er tann støðan broytt.
Les Hondbóltsblaðið á netinum við at trýsta HER
-Eg havi fingið tilboð úr Íslandi, Grikkalandi og Týsklandi, men ikki tikið av. Mær hevði dámt best um eg fekk møguleikan í norðurlondum. Har eri eg í tryggum umhvørvi, sigur Turið Arge Samuelsen. Eg havi lagt útlandsdreymin á hillina seinastu trý árini, tí Rókur hevur verið so lítil. Men nú kenni eg á mær, at eg havi eitt glopp upp á tvey ár, áðrenn hann fer í skúla. Um tilboðið kemur, so fari eg nokk at royna meg, sigur Turið Arge Samuelsen.
Hon fegnast eisini um allar tær altjóða uppgávurnar, sum føroyskur kvinnuhondbóltur hevur fyri framman. Kappingini í Føroyum er einstáttað og spælararnir hava spælt móti hvørjum øðrum so oftani.
-Nú kunnu vit spæla á liði saman og tað tað riggar, sum tað gjørdi í juni, so sleppa vit eisini at royna okkum móti teimum tjóðunum, sum vit hyggja eftir í sjónvarpinum, sigur hon.
Fyrstu dystirnir í EM-undankappingini verða móti Serbia og Svøríki. Kvinnulandsliðið er í dag á veg til Serbia, har liðið skal spæla í morgin.
Brot úr grein í Hondbóltsblaðnum hjá Sosialinum, sum kom á gøturnar og í hvørt hús í gjár