Tað vóru helst fleiri av teimum, ið sóu kvøldsins HM-undankappingardyst ímillum Føroyar og Ísland, ið hildu, at tað var heilt galið, tá ið Turið Arge Samuelsen hjá Føroyum meiðslaði sær knæið í hendiligum samanstoyti. Vinstri vongurin úr Kyndli small niður í vøllin við nógvari pínu, og sum myndin omanfyri vísir, so mátti hon berast av vølli.
Við in.fo í kvøld greiðir Turið Arge Samuelsen soleiðis frá hendingini:
- Eg veit ikki hvat hendi, uttan tað, at mótstøðuleikarin datt beint á knæðið hjá mær. Beinið lá í einari óvanligari støðu, so tað varð ein ordiligur stoytur.
Turið Arge Samuelsen hevur tó ikki uppgivið, at hon eisini spælir í føroysku landsliðstroyggjuni í síðsta undankappingardystinum ímóti Eysturríki, sum verður spældur í morgin.
- Eg veit ikki, hvussu álvarsamur skaðin er. Eg ætli mær at spæla í morgin, ella eg vil so gjarna, so eg vóni, at hetta bert var ein alvorligur stoytur. Vónandi eri eg bert eri eitt sindur eym í morgin, tí tað kann man altíð renna burtur, sigur Turið Arge Samuelsen at enda.
Turið Arge Samuelsen hevur skorað tilsamans fimm mál í dystunum ímóti Makedonia og Ísland. Síðsti dysturin ímóti Eysturríki - við ella uttan Turið - byrjar klokkan 18 í morgin.










