Turið: Einki riggaði hjá Kyndli í dag

(Rás2) Hoyr eina sjálvatfinningarsama Turið Arge Samuelsen seta orð á minni góða avrikið hjá Kyndli ímóti Neistanum

- Einki riggaði hjá okkum í dag. Vit nyttaðu einki í dag. Orðini eigur Turið Arge Samuelsen hjá Kyndli, sum skoraði tvey mál tá hon og liðfelagarnir í Kyndli taptu 21-23 (10-11) ímóti Neistanum fyrr í kvøld. 

 

Kyndil var ongantíð á odda í dystinum. Ingunn Kristina Persson gjørdist toppskjútti hjá Neistanum við fimm málum. Marianna G. Eystberg gjørdist toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum. 

 

Í Vestmanna vann VÍF 36-30 (21-14). VÍF er greitt á odda við 34 stigum. Kyndil er nummar tvey við 28 stigum. VB er nummar trý við 25 stigum. Neistin er nummar fýra við 17 stigum. 

 

Turið Arge Samuelsen ásannar aftaná vánaliga avrikið í kvøld, at hon og liðfelagarnir hava ikki ráð til nógvar slíkar dystir aftrat. Hóast bert trý stig eru niður til VB nú bæði liðini hava seks dystir eftir at spæla, so slær Turið fast, at hon heldur ikki, at VB er ein so stór hóttan hjá Kyndli at røkka FM-finalunum. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Trónd Arge gjørdi við Turið Arge á Rás2 aftaná dystin.

 

Samrøðan Tróndur Arge hevði við Marjuna Danberg hjá Neistanum hoyrist HER