Vinnarin av kappingini um at gerast ársins 8. mars kvinna, var ikki sjálv til staðar í gjár, tá blaðið Kvinna avdúkaði úrslitið av atkvøðugreiðsluni. Kortini trein smílandi andlit hennara fram á øllum teimum fýra stórskýggjunum í salinum, og slapp hon soleiðis at flyta fram eina lítla takkarrøðu yvir Skype.
- Rumblið sum hevur verið í sambandi við hetta tiltakið er eitt tekin um tað tronga rásarúmið, sum vit kvinnur liva undir. Tað er eitt tekin um, at tá onkur flytur seg, so hendir okkurt. Tí er rumbul eitt gott tekin um lív og engagement og betur enn at verða burturgloymd og burturtagd, segði Turið Debes Hentze, advokatur.
Eisini segði hon, at ráðstevnan um kvinnur og javnstøðu við 650 luttakarum var eitt flott tiltak.
- Vit kunnu fegnast um tiltakið og er tað avgjørt eitt tekin um, at okkurt er um at henda her á landi, segði Turið Debes Hentze millum annað, tá hon varð heiðrað á 8. mars tiltakinum á Hotel Føroyum
Grundgevingin
Innstillað til heiðurin vóru 266b bindiklubbin, Annita á Fríðriksmørk, Laila Solmunde, Marjun Bæk og Turið Debes Hentze.
Í grundgevingini fyri at innstilla Turið Debes Hentze stóð soleiðis:
- Advokaturin og feministurin við tí greiðu almennu røddini er útnevnd fyri sítt stóra íkast til javnstøðuarbeiðið í Føroyum.
Turið Debes Hentze er ímyndin av eini sterkari føroyskari kvinnu, sum við professionalismu og persónligum engagementi altíð er tilreiðar at blanda seg í almenna orðaskiftið. Tá hon tekur orðið í javnstøðukjaki, sker hon inn á bein og avlívar stereotypar lýsingar av, hvussu kvinnur eru ella ”eiga at vera”.
Nøkur ár eru liðin, síðani hon arbeiddi sum forkvinna í Javnstøðunevndini. Men líka síðani hevur hon verið ein autoritetur innan javnstøðuarbeiði og hevur spælt og spælir enn ein stóran leiklut í javnstøðuarbeiðinum í Føroyum.