Mikudagin gjørdu Turið Arge Samuelsen og Hondbóltsfelagið Haukar á Hafnarfirði avtalu um, at Turið spælir við besta kvinnuliðnum hjá Haukum kappingarárini 2018/19 og 2019/20. Turið hevur seinastu seks árini verið ein av stóru profilunum hjá Kyndli og er vald til besta vinstra vong í føroysku kappingini í fleiri ár á rað. Hon er eisini landsliðsspælari.
Haukar er eitt av toppliðunum í íslendsku kvinnudeildini. Liðið var nær við at vinna íslendska meistaraheitið í ár, men endaði fýra stig aftan fyri meistararnar úr Vali, tí Valur vann avgerandi innanhýsis dystin millum liðini ímóti kappingarloki.
Haukar er stórt og væl rikið felag, sum hevur miðsavnað sítt virksemi í einari av bestu ítróttamiðstøðunum í Íslandi. Fleiri fólk eru í føstum starvi hjá felagnum. Í miðstøðini er stór hondbóltshøll, har pláss er fyri 2.000 áskoðarum, og á økinum eru eisini kurvabóltshøll og fótbóltsvøllur. Høvuðusstuðul er stóra flutningsfelagið Schenker.
Turið Arge Samuelsen hevur hesa vikuna vant saman við besta kvinnuliðnum hjá Haukum. Venjingarnar eydnaðust væl, og støðið er høgt. Tey í íslendska felagnum eru hugtikin av ferðini, neyvu skotunum og kropsligu styrkini hjá Turið, verður sagt úr Íslandi.
Fyri føroyskan hondbólt er avtalan millum Haukar og Turið Arge Samuelsen góð tíðindi. Ein av týðandi tættunum at menna føroyskan hondbólt er, at føroyskir spælarar fara uttanlands at royna seg. Ísland er stór hondbóltstjóð við drúgvum altjóða royndum, og møguleikarnir at mennast har eru góðir.
Venjari hjá Haukum er Elías Már Halldórsson, sum fyri fáum døgum síðan varð kosin hjálparvenjari hjá íslendska kvinnulandsliðnum aftrat venjarastarvinum hjá Haukum. Turið fær sostatt høvi at mennast uppaftur meira í einum rættiliga miðvísum og professionellum hondbóltsumhvørvi.
Íslendska landskappingin byrjar um hálvan september, og kvinnuliðið hjá Haukum fer á venjingarlegu í Spania í august.










