Sjálvt russiski forsetin, Dmitrij Medvedev, vil ikki flúgva við einum Tupolev-flogfari. Forsetin hevur havt sítt egna flogfar av júst hesum slagnum, men fyri tveimum mánaðum síðani fekk hann sær eitt franskt ístaðin fyri.
Ein russisk heimasíða, sum skrásetir flogvanlukkur, sigur, at undan vanlukkuni við Petrozavodsk sunnukvøldið vóru 1.450 fólk deyð í vanlukkum við flogførum av slagnum Tupolev Tu -134. Við Petrozavodsk doyðu 44 afturat.
Vanlukkuhagtølini hjá Tupolev-flogfarinum Tu-154 eru uppaftur verri. Eftir upplýsingunum á russisku heimasíðuni hava vanlukkur við hesum slagnum kravt meiri enn 2.000 mannalív. Tann seinasta álvarssama vanlukkan við einum Tupolev Tu-154 var við russiska býin Smolensk í apríl í fjør, tá eitt flogfar við polska forsetanum og fleiri týðandi politikarum og embætismonnum datt niður. Knappliga 100 fólk vóru í flogfarinum. Øll doyðu.
Mistak
Enn hava russisku loftferðslumyndugleikarnir ikki sagt nakað um orsøkina til flogvanlukkuna sunnukvøldið. Norska blaðið Aftenposten royndi í vikuni at spyrja seg fyri hjá Tupolev-verksmiðjuni, men har hevði skrivarin fingið boð um at svara, at tey siga einki, fyrr enn skaðanevndin hevur kannað málið.
Longu beint eftir vanlukkuna skrivaðu russisku tíðindastovurnar, at veðrið var vánaligt, tá flogfarið datt niður. Tað sama segði Sergej Ivanov, varaforsætisráðharri, mikudagin, men hann gav flogskiparanum skyldina av tí, sum var hent.
-Okkara fyribilsupplýsingar benda á, at flogskiparin gjørdi eitt mistak. Tað vánaliga veðrið gjørdi, at flogfarið kom skeivt niður, men flogskiparin royndi kortini at raka lendingarbreytina, og so hendi vanlukkan, segði ráðharrin. Orðini samsvara við tað, sum flúgvileiðarin í Petrozavodsk hevur sagt.
-Eg bað fleiri ferðir flogskiparan flúgva eina ferð í ring fyrst, sigur Sergej Sjamatkov, flúgvileiðari, við russisku tíðindastovurnar.
Kvetti elleiðingina
Tað var ikki bara tað vánaliga veðrið, sum gjørdi tað trupult hjá flogskiparanum at seta flogfarið á vøllin við Petrozavodsk. Beint aftan á vanlukkuna frættist, at lendingarljósini á flogvøllinum lýstu ikki, men sambært tíðindastovuni Itar-Tass komst tað av, at flogfarið rakti elleiðingina til flogvøllin og sleit hana.
Vanlukkuflogfarið var á veg frá Domodedovo-flogvøllinum uttan fyri Moskva til Petrozavodsk, sum er einar 700 kilometrar í útnyrðing úr Moskva og høvuðsstaður í lýðveldinum Karelen. Sambært tíðindunum hjá Itar-Tass fór flogfarið av kós, tá tað nærkaðist flogvøllinum. Á vengum sleit tað elleiðingina og bar við eitt træ, áðrenn tað datt niður á ein motorveg tætt við sjálvan flogvøllin, har eldur kom í tað.
Enn ein Tupolev-vanlukka hevði kravt 44 mannalív.










