Tupac hologram hittar

Fyri stuttum trein Tupac aftur á tónleikapallin. Tað gjørdi hann á einum festivali í Kalifornia, har Dr. Dre og Snoop Dogg framførdu saman við einum hologrammi av Tupac.

 

Í festivalinum Coachella í Kalifornia kom rapparin Tupac Shakur aftur frá deyðanum, tá ið hansara hologram trein á pallin. Brádliga stóð hann aftur á tónleikapallinum beint undir liðini á Snoop Dogg, 50 Cent og Dr. Dre.

 

Tann løgna hendingin fór síðani runt um allan heimin, og hetta hevur viðført, at sølutølini hjá Tupac aftur eru hækkaði.

 

Fyri fyrstu ferð síðani 2000 er rapparin nevniliga komin aftur á Billboard 200-hitlistan, har hann júst nú er nummar 129 við sínari Greatest Hits fløgu. Sølan er vaksin við 571 prosentum, og sangurin Hail Mary, sum byrjaði hologram-konsertina, er seldur 13.000 ferðir uppá eina viku, sum svarar til ein vøkstur uppá 1.530 prosent stig.

 

Tupac Shakur toppaði í 90’unum við løgum sum Changes og CaliforniaLove. 7. September í 1996 varð Tupac skotin fýra ferðir í Las Vegas. Hann doyði seks dagar seinni.

 

Hetta veit eb.dk