Í kvøld kl. 19.45 tekur Arsenal ímóti spanska liðnum Villareal á Emirates Leikvøllinum í London. Talan er um seinnu fjórðingsfinaluna í Champions League kappingini. Fyrri dysturin í Spania endaði við javnleiki 1-1. Tunt er í verjuni hjá Arsenal, tí London-liðið má síggja burtur frá Johan Djourou og Gael Clichy, sum báðir eru skaddir í ávikavist knænum og rygginum. Haraftrat er William Gallas eisini skaddur í knænum. Villareal má síggja burtur frá miðvallaranum, Marcos Senna, sum fekk ein skaða farna vikuskiftið.