Tunt í United-verjuni

Tað stendur illa til í verjupartinum hjá Manchester United fyri týðandi dystin ímóti Inter í Champions League í annaðkvøld. Seks verjuspælarar eru skaddir, hava leikbann ella eru ivasamir, og í løtuni vónar venjarin, at hann í minsta lagi fær sett tveir miðverjar á liðið frá byrjan.

Wes Brown, Gary Neville og Rafael eru skaddir, og Nemanja Vidic er leikbannaður. Harafturat eru bæði Johnny Evans og John O´Shea ivasamir, men Sir Alex Ferguson vónar, at annar teirra kann spæla saman við Rio Ferdinand í miðverjuni.

- Hetta er ein marra fyri okkum, men hóast tað er rættiliga ivasamt í løtuni, so vóni eg, at tveir av miðverjunum verða tøkir, sigur Ferguson.