Sum mongu undanfarnu árini fer Tórshavnar Froskmannafelag aftur at sláa tunnu á Føstulávint í ár. Leygardagin klokkan 14 fara kavarar at sláa tunnu á sjónum. Hetta plagar vanliga at ganga fyri seg har, sum Ritan leggur at.
Tað serliga í ár er, at Havnar hornorkestur kemur at seta teirra dám á tunnuslátturin. Havnar hornorkestur flutti herfyri í nýggj høli í grannalagnum hjá Froskmannafelagnum. Samanhaldið er gott har í grannalagnum, og sæst hetta aftur við, at hornorkestrið kemur við sínum tónleikaískoyti til tiltakið.
Tá kavarar fara á bláman at sláa tunnu, verður kongafiskurin funnin. Hesin fær eina gávu, sum hevur eitt ella annað við kaving at gera.
Tunnusláttur á landi
Men tað er ikki bara á sjónum, at felagið slær tunnu. Seinni um kvøldið verður aftur skipað fyri tunnuslátri. Hesuferð í hølum felagsins ella uttanfyri, um tað viðrar. Hetta byrjar klokkan 19.
Tá tunnuslátturin er av, verður borðreitt við eini heilt serligari froskmannasúpan.
? Ein fiskasúpan, sum vit ikki kunnu vera fyri uttan, sigur Heri Andreasen, formaður í froskmannafelagnum.
Vanliga eru heilt fitt av áskoðarum til tunnuslátturin á sjónum hjá froskmannafelagnum.










