Tunnusláttur og dansur

Mánadagin hittust øll tey vardu verkstøðini í landinum í Skálanum í Klaksvík til hugnaløtu við tunnusláttri og diskoteki

Klaksvík:
Yvir 100 fólk frá teimum flestu vardu verkstøðunum í landinum vóru savnað til hugnaliga samveru í Skálanum mánadagin. Tað gera vardu verkstøðini vanliga á hvørjum ári, og í ár varð tað so hildið í Klaksvík. Tó vóru tey á verkstaðnum Virkni og tey úr Suðuroy ikki við, tí tað er ov langt og ov trupult hjá teimum at ferðast.
Gestirnir komu niðan í Skálan um tólvtíðina. Har fingu tey pyslur og pastasalat, áðrenn sjálvur tunnuslátturin byrjaði. Øll vóru fegin um at síggjast aftur, og tey prátaðu og hugnaðu sær, meðan tey ótu.
Tað gekk lívliga fyri seg, tá tunnuslátturin fór í gongd. Tað bleiv rópt og heppað á øll, so hvørt sum tey góvu tunnuni eitt slag. Og hvørja ferð okkurt datt niður av henni, ljóðaði tað næstan sum um, at kattakongurin var funnin. Ta einu ferðina, tá ein maður hevði langað til, duttu eitt ótal av smáum bommpakkum undan tunnuni, og eftir hetta fingu tey sær ein bommpakka hvørja ferð tey høvdu sligið. Seiga tunnan, sum fekk av at vita, fór tó mest sum heil í gólvið, tá ið Símun Petur úr Klaksvík gav henni tvey sløg, so tað rungaði í. Og so var kattakongurin funnin.
? Tað er snýt, tí hann bleiv eisini kattakongur í fjør, søgdu fleiri, men tað sást væl, at tað var ikki illa meint, og at tey unnaðu kattakonginum tað væl. Tey flokkaðust um hann beinanvegin, og Jóna, leiðarin á verkstaðnum á Brekku, handaði honum góðgæti, heiðursbræv og sjálva krúnuna.
Karl Martin Samuelsen var komin í Skálan, tí hann skuldi standa fyri tónleikinum til diskotekið. Og so skjótt sum tónleikurin byrjaði fyltist gólvið við fróum fólkum, sum dansaðu allatíðina. Har vóru sangir heilt frá rundferðini hjá HB til Emma´s Blues Band, og gólvið var fult allatíðina.
Tað var sera stuttligt at síggja, hvussu væl øll dugdu at hugna sær. Eisini at síggja, hvussu avbera glað tey eru, tá eitthvørt tiltak er fyri tey.
? Tey eru so erlig teirra útrykki, sigur Jóna Olsen, leiðari á verkstaðnum á Brekku. Hon letur væl at tiltakinum og sigur, at soleiðis hevur tað verið hvørja ferð. Tunnuslátturin er ein siður hjá verkstøðunum, og verður hann aftur á skránni í 2004.

Myndatekstur til vardiverkst. 1:
Tað rungaði í salinum í Skálanum hvørja ferð tunnan fekk eitt slag. Og eftir hvørt slagið varð dúgliga rópt, og spenningurin øktist meira og meira