Tunnusláarar á ferð

Mánadagin fóru tey av vardu verkstøðunum, Virkni og Vón, at sláa tunnu í Eysturoynni. Leiðin gekk inn á verkhúsið Stíggj í Saltangará

 
Vardu verkstøðini kring landið skipa hvørt ár fyri tunnusláing og skiftast um at bjóða hvørjum øðrum á vitjan.
 Hesaferð høvdu tey í verkhúsinum í Saltangará bjóða vinum sínum av Argjum og úr Havn at vitja. Tey vóru um 70 í tali, og í alt mundu vera eini 100 fólk til tunnusláing á Stíggi.
 Áðrenn farið varð til tunnurnar, var søla av pylsum og sodavatni. Tunnulsláingin bleiv býtt í tvey; ein tunna til tey ?sterku? og ein til tey ?næststerku?.
 Tá kattakongarnir vóru funnir, bar til at keypa sær ein kaffimunn og føstulávintsbolla.
 Fólk hugnaðu sær óført og gleddust um at vera saman við vinum og kenningum. Tað allarbesta við degnum var, at tey á Stíggi høvdu riggað eitt diskotek til dans.