Tunnur til føstulávint ella havaprýði

Tær kendu gomlu whiskytunnurnar er nú at fáa í Føroyum. Tunnnurnar kunnu brúk­ast bæði til tunnusláing og sum prýði í hav­a­num.

Handilsfyritøkan Jógvan Weihe er kend fyri sítt stóra vøruúrval, har fæst alt mill­um himmal og jørð. Til fastalávint hev­ur fyritøkan fingið tær væl umtóktu whiskey­tunn­ur­nar, sum eru kendar fyri sína styrki.

Frá Jógvan Weihe verður sagt, at tunn­ur­nar verða fyrst nýttar í Fraklandi til at goyma cog­nac í, síðan verða tær sendar til Skotlands, har tær verða nýttar í stóra Glenfiddich de­still­ar­í­num til at goyma whisky í - heilt upp til 30 ár. Tunn­urnar eru gamlar og sterkar, so tað er ein serlig avbjóðing at sláa tær sundur. Ólav­ur Weihe, stjóri í P/f Jógvan Weihe, sigur, at tunn­ar­nar eru eisini sera væl egnaðar sum hava­prýði til nógv ymisk endamál.