Tunnlar og tangar

Í Fuglafirði verður enn ein frystitunnil tikin í nýtslu fyrsta dagin. Og bunkringarmøguleikarnir á havnarlagnum eru teir bestu í landinum

 

Kommunupolitikkur

Fuglafirði: Tað er sera umráðandi at geva vinnuni, sum heldur til á og kring havnarlagið, so góðar umstøður, sum til ber, sigur borgarstjórin í Fuglafirði. Og tann setningin metir hann, at Fuglafjarðar Kommuna livir upp til.

Tað liggur eitt stórt, grønt farmaskip og lossar á Fuglafirði. Truckarnir koyra til og frá. Teir koma við fullum plattum inn eftir havnarlagnum og hvørva so sum undir heilt. Og tað er í grundini eisini tað, teir gera. Teir fara inn í bergið, har teir leggja vøruna, teir flyta, í eina frystigoymslu, sum sprongd er inn í klettin.

? Hetta skipið, sum nú lossar her, er frystiskip, sum komið er úr Kanada við rækjum, sum skulu leggjast á goymslu í frystitunnlinum hjá Bergfrost, greiðir Sigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði frá.

? Føroyskar rækjur, leggur hann aftrat. Fluttar frá føroyslum rækjutrolarum, sum hava lagt upp í Kanada.

Fuglafjarðar Kommuna hevur gjørt fimm hallir inn í bergið norðarlaga á havnarlagnum. Hesar hallirnar verða brúktar til goymslur av ymsum slagi. Eitt nú frystigoymslur.

Tann partin, sum hevur við frystingina at gera, røkir felagið Bergfrost. Bergfrost hevur í løtuni møguleika at goyma eini 3.000-4.000 tons, sigur borgarstjórin. Men frystiorkan verður munandi økt um eina viku ella so, tá enn ein frystihøll verður tikin í brúk. Tá fer samlaða frystiorkan at vera eini 6.000-7.000 tons.

Men teir vilja meira enn so, tí enn ein høll verður væntandi tikin í nýtslu í summar, sigur borgarstjórin í Fuglafirði. Og tá fer at bera til at goyma umleið 10.000-12.000 tons av fyrstum fiskavørum í tunnlunum í Fuglafirði.


Skjót bunkring

Sigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði, greiðir frá, at Fuglafjørður hevur best útgjørdu oljugoymslu í landinum, tá talan er um skipabunkring.

? Og tað merkist eisini, tí tann stóri oljutangin er tómur í heilum. Bara hendan seinasta mánaðan hava tvey tangaskip verið við olju, sigur hann.

Borgarstjórin sigur, at stóri oljutangin norðast á havnarlagnum er útgjørdur til at kunna lata 300 tons av olju um tíman. Til sammetingar vísir hann á, at tær oljugoymslurnar aðrastaðni í landinum, sum klára skjótastu bunkringina, klára bara at lata 70 tons um tíman.

Hendan tænastan er neyðug, sigur borarstjórin, tí sum kunnugt er rættiliga stór skipaferðasla í Fuglafirði.

Rættiliga vanligt hevur verið, at skip, sum landa í Fuglafirði, eitt nú tey stóru svartkjaftaskipini, hava bunkrað, samstundis sum landað hevur verið. Tá hava vanliga tangabilar verið nýttir.

Men Sigurd Simonsen sigur, at væntandi verður tað ikki so leingi, til tað als ikki verður loyvt at bunkra, samstundis sum fiskur verður landaður. Og ta støðuna er Fuglafjarðar Havn longu útgjørd til við hesum møguleikunum, oljugoymslan hevur.