Nú skal nevnd setast at arbeiða við ætlanini at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Sandoy.
Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, fer í hesi vikuni at senda politisku flokkunum á Løgtingi bræv, har hann biðjur teir velja lim í nevndina.
Landsstýrismaðurin sigur, at allir flokkar Løgtingið fáa hvør sín lim í nevndina, og harafturat fær Janus Rein, uttanflokstingmaður, eisini høvi at vera við í nevndini.
- Hetta er eitt so stórt mál, at eg haldi, at tað vildið verið skeivt at gjørt hetta til eitt samgongumál burtur av og tískil haldi eg, at tað hevur hevur stóran týdning, at allir flokkarnir eru við í arbeiðnum at finna eina loysn.
Nevndin er eitt úrslit av, at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, púra óvæntað greiddi frá í Sosialinum herfyri, at hann var sinnaður at framskunda ætlanina at gera Sandoyartunnilin.
Í hesum sambandi vildi hann seta eina nevnd við umboðum fyri politisku flokkarnar at gera eitt uppskot um, hvussu tunnilin kann gerast og fíggjast og tað uppskotið skal vera liðugt longu í heyst.
Tað er tann nevndin, sum nú verður sett.
Kári P. Højgaard sigur, at arbeiðssetningurin hjá nevndini verður at lýsa málið til fulnar, soleiðis sum tað nú liggur og at leggja alt tað tilfarið fram, sum Landsverk hevur útvegað.
- Í hesum sambandi skal nevndin lýsa, hvat er gjørt av tí fyrireikandi arbeiðnum, og, hvat er eftir at gera.
Samstundis skal nevndin leggja eina ætlan fyri, nær tunnilin kann gerast og, hvussu hann kann fíggjast, sigur landsstýrismaðurin.