Á konsertini, sum byrjar kl. 21.00, ferð Suð at framføra 16 satsir úr Messias hjá Handel. Kórsatsirnir eru útsettir til tríggjar kvinnurøddir. Eisini verða nøkur resitativ og nakrar ariur á skránni. Tóra við Keldu, Steinvør Fonn, Unnur S. Fonn, Assa Færø, Arnfríð Lutzen og Martha Mýri vera solistar, og Jóhannes Andreasen hevur klaverfylgispælið. Konsertin endar við tí kenda Helleluja-kórinum.
Konsertskráin sunnukvøldið er tað, Suð hevur vant í vetur og sama skráin, sum tær hava framført á væl eydnaðari konsertferð í Aberdeen á páskum.
Messias er eitt verk við 48 satsum. At framføra alt verkið tekur drúgva tíð, men við teimum 16 satsunum, varðar konsertin undir ein tíma. Beinta Vang verður frásøgukvinna.
Sjálvar halda kvinnurnar í Suð, at hendan konsertin við satsum úr Messias er ein tignarligur og hóskandi hátíðarligur endi á tí spennandi og søguliga vikuskiftinum í Klaksvík, sum stendur fyri framman.