Tunnilsgjaldið rindar fyri verkætlanina

Gjaldið, ið P/F Eysturoyar- og Sandoyartunlar hevur ásett fyri ferðin umvegis Eysturoyartunnilin er tað, sum liggur til grund fyri fígging og bygging av tunnilsverkætlanini.

Tað sigur Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum, í samrøðu við FM1.

Tunnilsfelagið boðaði fyrr í dag frá, at tað fer at kosta 75 krónur hvønn vegin fyri persónbilar at koyra gjøgnum tunnilin, um bilurin hevur hald hjá felagnum. Hevur bilurin ikki hald, verður kostnaðurin 175 krónur hvønn vegin.

– Tað leggur upp til, at øll fáa sær hetta haldið. Hevur tú koyrt tvær ferðir, altso eina ferð inn í Eysturoy og eina ferð aftur til Havnar, ella umvent, tá hevur tú longu tjent hetta haldi aftur. So sleppur felagið eisini frá at umsita og krevja pengar inn og so víðari, sigur Teitur Samuelsen.

Orsøkin til at goldið verður fyri báðar vegir gjøgnum tunnilin er, at tað ber til at svika við at koyra gjøgnum tunnilin annan vegin og brúka verandi farleið heimaftur, soleiðis at einki verður goldið fyri túrin.

– Her hevur tú eina aðra farleið at velja. Tú kanst velja til dømis at koyra inn í Eysturoyartunnilin, og so fara eftir verandi farleið til Havnar aftur, sigur Teitur Samuelsen.

– Tað, sum hendir, er tað, at bilurin verður skrásettur, hvar hann fer inn í tunnilin, og so hvar hann fer út aftur. So verður eitt gjald avroknað av tí, greiðir Teitur Samuelsen frá um nýggja gjaldingarháttin.

Tunnilsfelagið hevur eisini ment eina avsláttarskipan, ið ger tað bíligari at koyra gjøgnum tunnilin, jú oftari tú nýtir hann.

– Tað verður soleiðis, at skipanin skrásetir, hvussu ofta tú koyrir hvønn mánaða. Og fyrstu 10 túrarnar, tú koyrir einvegis gjøgnum tunnilin, kosta 75 krónur. Teir næstu 10 kosta 74, og soleiðis minkar tað, til tú kemur upp á 40 túrar, og tá ert tú komin niður á 65 krónur.

– Tað er eitt ferðslumodell, sum er komið við hesum tølunum, um hvussu nógvari ferðslu vit kunnu rokna við. So hetta er ein varislig avsláttarskipan, men kanska eisini eitt signal um, at tølini halda, so kundi hetta verið ein skipan, sum bleiv útbygd.