Privata felagið, ið eftir ætlan skal gera, eiga og reka Skálafjarðartunnilin, er nú formliga stovnað.
Skrásetingin hevur um dagarnar skrásett felagið Faroese Infrastructure Holding.
Stovnari er Copenhagen Infrastructure, og nevndarformaður er Rune Bro Róin, ein av fýra høvuðsmonnum í Copenhagen Infrastructure Partners.
Hinir í nevndini eru Henrik Rossing Lønberg og Christian Troels Skakkebæk.
Stjóri í felagnum er Ingi Højgaard, advokatur, ið hevur havt ein aktivan leiklut í gamla felagnum, sum upprunaliga ætlaði at gera Skálafjarðartunnilin. Ingi Højgaard er nevndarformaður í P/F Skálafjarðartunnilin.
Faroese Infrastructure Holding er stovnað við 500.000 krónum í partapeningi. Sambært viðtøkunum er endamálið við felagnum "at reka virksemi sum haldfelag."