Tunnilsføringin aftur í nevnd

Rættarnevndin skal viðgera málið um tunlarnar norður um Fjall eina ferð afturat Løgtingið samtykti seinnapartin at koyra málið um tunnilsføringina norður um Fjall aftur í rættarnevndina.

Eftir orðaskifti í fleiri tímar atkvøddu 26 tinglimir fyri at beina málið aftur í rættarnevndina. Seks atkvøður vóru ímóti.

Anniku Olsen landsstýriskvinna, hevur skotið upp, aqt tunnilin skal gerast í Ánunum ella á leið har, sum núverandi tunnilsføringin er. Men meirilutin í rættarnevndini mælti til at flyta tunnilsføringina í Gerðabø, hóast hendan vegaføringin verður 64 milliónir krónur dýrari enn hin.

Júst meirkostnaðurin fekk drúgva umrøðu á tingfundinum í dag. Eitt nú segði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at ein meirjáttan til ein tunnil fer at krevja minni játtan aðrastaðni.