Í dag er stórur tunnilsdagur. Hetta skal skiljast á tann hátt, at tað er ójeypis at koyra í bæði Vágatunlinum og Norðoyatunlinum. Tað er ókeypis at fara úr Vágum og úr Klaksvík inntil klokkan seks í morginárini.
Tað eru fýra dagar um árið, tá ið tað er ókeypis at koyra í tunlunum. Í 2015 verður ókeypisat koyra í báðum tunlunum 2. mai og 12. desember. Í Vágatunlinum verður eisini ókeypis koyring 7. mars og 5. september, og í Norðoyatunlinum verður eisini ókeypis at koyra 14. mars og 26. september.