Tunnils-effektin: Nú vilja fleiri seta búgv í Fámjin

Tað merkist í Fámjin, at ein nýggjur Fámjinstunnil skal gerast

Síðan uppskotið um fámjinstunnil varð lagt fyri Løgtingið, hava tey í Fámjin merkt ein øktan eftirspurning frá fólki um at seta búgv í bygdini.

 

Nakrir fyrispurningar eru komnir um grundstykki. Hetta er ein beinleiðis avleiðing av tíðindunum um tunnilin, tí áðrenn uppskotið kom, var eingin eftirspurningur yvirhøvur, sigur Jóannes Lisberg, borgarstjóri í Fámjin.

 

Haraftrat hevur kommunan fingið onkra umsókn um byggiloyvi frá fólki, ið longu eiga jørð í bygdini. Og onkur hevur eisini spurt, um nøkur hús eru til sølu í Fámjin. Men her er trupulleikin bara, at eingi hús eru til sølu. So tí er kommunan nú farin í holt við at finna útav, hvussu tey kunnu fyrireika seg til økta eftirspurningin. Kommunan hevur onga útstykking sjálv, so tað má kommunan fáa frá privatfólki.

 

– Vit eru í gongd, men tað hevur gingið striltið at fáa nakran at selja grundstykkir, sigur borgarstjórin, sum vónar at finna eina loysn, tí tað hevði verið keðiligt at blíva noydd at ognartaka. Men onkur er, sum vil selja, leggur hann aftrat.

 

Jóannes Lisberg fegnast um økta eftirspurningin um at seta búgv í Fámjin.

 

– Tað er einki at ivast í. Fólk síggja, at tað kann blíva nógv lættari at búgva í Fámjin enn tað er í dag. Hetta er eitt fantastiska vøkur bygd, her er gott pláss. Her trívast fólk, sigur borgarstjórin.

 

– So tað sær ikki so galið út. Fyri fáum árum síðani var eingin áhugi, men nú er lív komið í, sigur hann.

 

Arbeiðið at gera Fámjinstunnilin skal eftir ætlan bjóðast út seinni í ár, og um alt gongur, sum tað skal, so er koyrandi gjøgnum tunnilin í seinasta lagi í 2024.