Tunnilin verður yvir 30 milliónir dýrari

Men løgmaður sigur, at tað er eingin slingur í valsinum og at fámjiningar skulu ikki stúra

Tað er nú greitt, at nýggi Fámjinstunnilin verður 36 milliónir dýrari enn tað sum Løgtingið hevur játtað. Longu fyri jól varð greitt, at J&K Petersen vann kappingina um at gera  Fámjinstunnilin, men síðani er einki hent, og tað hevur loypt ótta á fámjiningar. Men í morgun reisti Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, málið á Løgtingið, tá ið hann spurdi løgmann, hvussu málið liggur.

 

Bárður á Steig Nielsen sigur, at málið hevur drigið út. Ein orsøk til tað er, at tunnilin varð lagdur longur niður fyri at sleppa undan at fara upp í hæddirnar. Síðani varð ein kostnaðarmeting gjørd, at Fámjinstunnilin fer at kosta 169 milliónir krónur, og tað er hetta, Løgtingið hevur játtað.

 

Men løgmaður sigur, at nú Landsverk hevur sett endaliga roknistykkið upp, vísir ein nýggj meting, at hann verður 36 milliónir dýrari, so at hann fer at kosta 205 milliónir. Men løgmaður leggur dent á, at tað er einki at stúra fyri, tí tað er eingin slingur í valsinum og at tunnilin verður gjørdur nú – og fámjiningar fáa ein betri tunnil enn upprunaliga ætla, tí hann liggur lægri.

 

Men av tí at hann er dýrari, má málið leggjast fyri Løgtingið einaferð afturat, so at Løgtingið kann játta tær 36 milliónirnar, sum mangla í. Hann sigur, at uppskotið verður lagt fyri Løgtingið í næstum, so at tað kann samtykkjast áðrenn Løgtingið fer í summarfrí, og tá ið tað er samtykt, er klárt at fara verka.  Arbeitt verður nú við at finna pengarnar á langtíðarætlanini hjá samgonguni, og tá ið tað avgreitt, verður málið lagt fyri Løgtingið.