Tá slíkar stórhendingar fara fram, er vanligt at talur verða hildnar og snórar kliptir.
Men tá tunnilin til Gásadals varð tikin alment í nýtslu fyrrapartin ígjár, var øðrvísi: Ístaðin fyri snóraklipping, vóru tey omanfyri 60 ljósini tendrað í tunilsloftinum.
Frammanundan almennu upplatingini hava menn arbeitt við at seta ljós upp í tunlinum og at frosttryggja hann.
Arbeiðið at gera tunnilin fullkomuliga lidnan er nú at enda komið, og tí er loyvi hjá almenninginum at koyra til Gásadals. Samstundis er bygdin vorðin partur av øllum meginøkinum.
- Vit eru fleiri, sum ivast í, um bygdini hevði verið lív lagað, um tunnilin ikki var komin.
- Vón okkara er nú, at fólkið fer at merkja ein tryggleika, við at vera saman í eini størri kommunu við góðum ferðasambandi, sigur Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri í Sørvági.
Í tøkum tíma
Sum Gásadalsmaður veit Pauli alt um tær umstøðurnar, sum bygdarfólkið hevur livað undir til denna dag.
- Tað er eingin ivi um, at tunnilin kom í tøkum tíma. Kom hann ikki nú, høvdu helst bara verið eini 2-3 fólk eftir í bygdini um nøkur fáa ár, sigur Pauli.
Hann er vitandi um fólk, sum hava hug at búseta seg í bygdini, um bert grundøki vóru tøk. Og ætlanir hava somuleiðis verið frammi um at skipa ein part av dalinum sum summarhúsøki.
Sum skilst verður arbeitt við hesum máli í løtuni, og tí gongur helst ikki long tíð, inntil tey fyrstu sethúsini kunnu verða bygd her.
Pauli væntar tí at fólk fer at flyta aftur til Gásadals í framtíðini.
- Hví skuldu tey flutt av bygdini beint nú, ið vegasambandið er vorðið so gott?!
- Nei, eg vænti heldur hinvegin, at fólk fer at flyta higar, sigur Pauli Jacobsen.
Framtíðin
Við hátíðarhaldið fyrrapartin í gjár nýtti vinnumálaráðharrin, Bjarni Djurholm høvi at vísa á gongdina í arbeiðinum við Gásadalstunlinum.
Hann vísti til filmin frá 1990 við heitinum “1700 metrar frá framtíðini”, ið snúði seg júst um livilíkindini í hesi fjarskotnu bygdini.
- Leingi er tað ið væl skal vara. Tá í tíðini trúði neyvan nakar, at ein tunnil fór at verða gjørdur til Gásadals.
- Men nú er hann her. Og so er hann eisini munandi styttri enn teir 1700 metrarnir, legði hann aftrat.
Síðani tendraði hann ljósið í tunlinum á fyrsta sinni, soleiðis at myrkrið ikki longur valdar her.
Nú sær kanska ljósari út – eisini hjá gásadalsfólki!
FAKTA
1700 metrar til framtíðina
Gásadalsvegurin
er fyrstu ferð nevnt í politiskum høpi í 1961, men longu í 30’unum fóru menn úr Bø undir at gera ein veltingarveg úr bygdini og vestur móti Stelkaskorðum.
Í 1979 varð byrjað uppá vegin móti tunlinum bíggjarmegin, og gásadalsmegin í 2003.
Gásadalstunnilin
er sum einbreytaður tunnil raðfestur fyrstu ferð í løgtingsmáli nr. 62 frá 1985, eftir at Kalsoyartunlunum og seinni eftir Kunoyartunlinum.
Fyrireikingin til tunnilsgerðina byrjaði í 2000. Árið eftir, hin 12. juli í 2001 lat Hervør Hergudóttir, fyrrverandi bygdaráðsformaður fyrsta skotið av fyri tunlinum. Síðani var tað Solberg Henriksen, fyrrverandi postmaður í Gásadali, sum lat seinasta skotið av á tollaksmessu í 2002.
Nú, tá ið tunnilin varð tikin í nýtslu í gjár, er Gásadalur knýtt at umleið 85% av landinum.
Um tunnilin
Byggiharri: Landsverk
Tekniskur ráðgevi: LBF og ETP Consult
Arbeiðstakarar: Landsverk, Byggitek og El-Teknik
Kostnaður: 41,4 mió kr.
Longd: 1446 metrar
Breidd: 3,5 metrar
Frástøða millum víkipláss: 150 metrar
Vegur bíggjarmegin: 400 metrar
Vegur gásadalsmegin: 850 metrar
Spreingingar: 290 skot
Útsprongt: 169.000 tons av gróti
Spreingievni: 134 tons
Arbeiðstímar: 41.000
Nútíðin: 1700 metrar til framtíðina!










