Í summar verður arbeiðið at bjóða Viðareiðistunnilin út.
Tað staðfestir Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum.
Hann sigur, at í løtuni verður tunnilin projekteraður og tað arbeiðið verður liðugt nú í vár.
Og í summar er ætlanin at bjóða tunnilin, út, so at arbeiðið kann byrja seint í ár.
Løgtingið viðgerð í hesum døgum uppskot um at játta 150 milliónir til arbeiðið.
Talan verður um ein tunnil upp á 1850 metrar úr Hvannasundi í Miðdal, umframt tilsamans 4000 metrar av vegi báðu megin.
Annars hevur Landsverk skotið upp at gera ábøtur á Viðareiðisvegin fyri slakar 100 milliónir, ella 50 milliónir minni enn tunnilin kostar, umframt at raksturin verður 1,3 millión bíligari.
Talan er um at breiðka vegin, gera breiðar trygdarveitir framvið honum at taka grót og steinar, sum leypa, og at gera vatnbrunnar at svølgja vatninum, har vandi er fyri, at áir leypa, umframt aðrar ábøtur, sum bøta um trygdina, eitt nú trygdarnet og kanska verjugarðar.
Hóast Landsverk sigur, at hetta er ein fullgóð loysn, er hon at kalla ikki tikin upp á tunguna í politisku skipanini.
Men í gjár royndi Eivin Jacobsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, at vísa á hesa ætlanina, men hann stóð rættiliga einsamallur, tí hugurin at tosa um hendan møguleikan er ikki til staðar.
Myndina hevur Erik Christensen tikið.