Hvalba: Hetta kom fram á einum fundi sum umboð fyri Hvalbiar kommunu herfyri høvdu við landsverk, nú fólkið í bygdunum norðanfyri høvdu fleiri spurningar at seta fram.
Á fundinum greiddi Sigurd Lamhauge frá landsverki frá arbeiðinum sum í løtuni verður gjørt í tunlinum. Fyrr í ár varð arbeitt í norðara enda av tunlinum við at sláa niður leyst grót, sum kann vera í tunlinum.
Landsverk gjørdi haraftrat klárt til at seta bóltar í bergið, fyri at tryggja seg ímóti at grót dettur niður. Eftir hetta verður eitt 5 cm tjúkt lag av betong setast uppundir í ávísum støðum. Hetta er fyri at tryggja, at smágrót ikki dettur niður.
Hetta arbeiðið verður mett at vera liðugt beint undan heystfrítíðini hjá skúlunum, tað vil siga umleið 7. oktober.
TRYGGARI
Tað skal verða tryggari hjá hvalbingum at koyra gjøgnum tunnilin til og frá heimbygdini