Í hesum sambandi hevur tunnilin verið stongdur fyri ferðslu, og henda hevur ístaðin verið leidd eftir tí gamla vegnum fram við Leynavatni.
Nú er arbeiðið komið so mikið væl áleiðis, at bilar aftur kunnu koyra gjøgnum tunnilin, men bert um dagin.
Arbeitt fer framhaldandi at verða um næturnar tær komandi tvær vikurnar. Av hesi orsøk verður ferðslan leidd gjøgnum tunnilin hvønn heilan tíma millum kl. 21 á kvøldi og 6 á morgni, upplýsir Landsverk.