Arbeiðið at gera tunnil ímillum Øravík og Hov liggur kanska ikki so langt frammi í tíðini, sum nógv hava hildið.
Løgtingið hevur nevniliga samtykt at arbeiðið skal byrja longu í ár
Tað, sum løgtingið hevur samtykt, er, at arbeiðið at fyrireika tunnilsgerðina, at gera vegirnar í sambandi við tunnilin, at gera innsløgini til tunnilin og at gera arbeiðsøkið, skal gerast longu í ár.
Fýra milliónir krónur eru settar av til endamálið.
Skal vera skil í
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, at hann sjálvsagt fer at gera eftir boðunum frá Løgtinginum. Tí fer hann fyrst í komandi ári at biðja Landsverkfrøðingin um eina meting av, hvat skal og kann gerast fyri tær fýra milliónirnar.
Men landsstýrismaðurin leggur dent á, at skal nøkur meining vera við at brúka fýra milliónir til tunnilin ímillum Øravík og Hov í ár, er tað neyðugt at arbeiðið at gera sjálvan tunnilin heldur fram beinanvegin og at arbeiðið verður gjørt liðugt út í eitt.
?Tað ræður um at arbeiðið er so effektivt sum gjørligt so at vit fáa sum mest arbeiði fyri sum mist av peningi, sigur hann.
Tí heldur hann, at tíðin er farin frá, at slík arbeiðið verða gjørd í smáum við at nakrar fáar milliónir verða játtaðar um árið at bora fyri í nógv ár á rað.
Tí fer hann at leggja stóran dent á at kanna eftir, hvør tann politiski viljin er í hesum máli.
?Eg má fáa at vita, hvat løgtingið ætlar í árunum framyvir og um ætlanin er at seta munandi upphædd av í 2002 so at farast kann undir sjálvan tunnilin beinanvegin. Ein annar møguleiki er at vita um tað er politiskur vilji til at játta meiri pengar til arbeiðið á eini eykajáttan longu í ár, so at eisini sjálvt tunnilsarbeiðið kann byrja í ár. Í øllum førum verður tað neyðugt at fáa eina politiska semju um, hvussu vit fara fram.
Hann sigur, at í hesum sambandi hugsar hann sjálvsagt um, at landsstýri hevur setthámark fyri, hvussu nógv tað almenna skal byggja fyri um árið.
? Men skal skil vera í at brúka fýra milliónir, er tað neyðugt at vita, at peningur er tøkur til at halda fram við arbeiðnum. Tí at brúka hesar fýra milliónirnar einsamallar, loysir ongan trupulleika, sigur Bjarni Djurholm.
Arbeiðið helst bjóðað út
Bjarni Djurholm sigur, at tað er mest sannlíkt at arbeiðið at arbeiðið at gera tunnilin ímillum Øravík og Hov verður bjóðað út.
? Stendur tað til mín, verður tað boðið út.
? Eg haldi, at tær royndir, vit hava av undirsjóvartunlinum, vísa, at hetta er ein effektivur og skilagóður famferðarháttur, tí har gongur, sum eftir ánni.
? Men um tunnulin ímillum Øravík og Hov verður lagdur í eitt partafelag, eins og Vágatunnilin, er ikki greitt. Ein annar møguleiki er, at tað verður Landsverkfrøðingurin, sum bjóðar arbeiðið út.
Landsstýrismaðurin sigur, at serliga um Landsverkfrøðingurin skal gera Gásadalstunnilin, sum eisini er samtyktur, er tað sannlíkt, at tunnilin ímillum Øravík og hov verður boðin út, tí Landsverkfrøðingurin hevur bara tað eina liðið av borifólki.
? Men í øllum førum er tað neyðugt, at tað er neyðugt at tryggja peningur er tøkur at gera arbeiðið liðugt fyri, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum.










