Viðareiði: Í nógv ár hevur verið tosað um ferðasambandið til bygdina her norðast á Viðoynni.
Hvønn dag koyra hundraðtals bilar eftir vegnum millum Viðareiði og Hvannasund. Og tað er nærum ikki dagur, at ikki grót og stórir steinar detta oman á vegin, har eisini bratt er niðurfyri.
Nógvir viðingar bera tí ótta fyri, at tann stóra vanlukkan skal henda onkrum. Tað kann vera ein bilur sum verður raktur, ella í ringasta føri ein bussur fullsettur av kátum skúlabørnum.
- Eg orki næstan ikki at hugsa handa tankan. Men tað hevði verið ein tragedia um tað hendi, sigur Rói Absalonsen, sum situr í Viðareiðis bygdarráði, men annars siglir sum dekkari við Norðborg.
Tað eru uttan iva fleiri, sum kundu hugsað sær at búsett seg í náttúruvøkru bygdini. Men tað eru helst mong teirra sum ikki hætta sær hetta, soleingi sum vegasambandið er so sum tað er í dag. Bygdin er tíbetur spard fyri stórar vanlukkur higartil, men spurningurin er bara hvussu leingi aftrat?
- Tað er eingin ivi: Vit mugu fáa ein tunnil til Viðareiðis, slær hann rimmarfast.
Avlýstur
Rói Absalonsen var henda mikumorgunin í farnu viku farin úr heimbygdini á eitt skeið á brandskúlanum við Áir.
Hetta var ikki dagurin við tí besta veðrinum, tí bæði vindur og hvirlur gjørdu sítt til at firðir og sund stóðu í einum roki og trupult var at koyra henda túrin.
Sjálvur mátti Rói koyra eftir Viðareiðisvegnum, sum av mongum verður skýrdur sum ein deyðsfella. Men hetta forðar kortini ikki fólki í at fara av bygdini, annaðhvørt tað so er til arbeiðis, skúla ella øðrum ørindum.
- Ja, tá eg fór av húsum, áðrenn klokkan 7 í morgun, tá lá grót á vegnum. Og tá eg komu aftur fyri eini løtu síðani (um 2-tíðina, blaðm.), tá lá aftur grót á vegnum.
- So tú skilir, at hetta er altso ikki ein heilt vandaleys leið at koyra eftir, sigur Rói álvarsamur.
Á vegnum suðureftir møtti hann skúlabussinum, sum var á veg til Viðareiðis, í øðrum tunlinum.
- Men sum eg skilti kom hann ikki so langt, tí túrurin bleiv avlýstur av teirri orsøk, at tað var als ikki veður at koyra norður.
Tunnilin kemur
Við seinasta kommunuval varð Rói valdur sum ein av fimm bygdarráðslimum á Viðareiði. Frammanundan hesum hevði hann eisini verið uppstillaður til løgtingsvalið fyri fólkaflokkin.
Í bygdarráðnum hava teir eisini havt hetta málið um vegasambandið til Viðareiðis frammi, og hava millum annað havt fundir við myndugleikarnar og við rættarnevndina hjá løgtinginum.
- Vit tosaðu við teir bæði um tunnilssambandið norður til okkum (tað er: millum Hvannasund og Viðareiði) og síðani víðari til Klaksvíkar (tað er: norður um Fjall).
- Og sum eg skilji tað nú, so er ein verklagslóg um ein tunnil til Viðareiðis á veg í løgtingið, sigur hann fegin á málinum.
Ikki bara grenja
Nógv hevur verið tosað um farleiðina hjá viðingum, og hetta hevur Rói eisini fylgt væl við í, hóast hann er nógv burturi til skips.
Hann hevur kortini lagt merki til eitt, og tað er at nógv av tosinum hevur líkasum ein negativan tóna:
Altso at ein heftir seg við tað keðiliga alla tíðina; at vegurin er so og so vandamikil; at tunlarnir eru so og so ringar, og so framvegis og so framvegis.
- Ein má bara ansa eftir, at ein ikki bara grenjar og fokuserar uppá tað negativa, tí tað kann vera so skjótt at ein forskrekkir fólk vekk.
- Eg vóni sjálvandi ikki at nakar ikki skal tora at búseta seg her norðuri hjá okkum. Men vit mugu ikki bara hugsa negativt, sigur Rói. - Tí vit hava í roynd og veru so nógv gott at bjóða her norðuri.
Framá
Tað sum bæði undrar Róa, tíðindatænastuna og mong onnur er, at hóast vegasambandið við umheimin er vánaligt og vandamikið, so veksur bygdin kortini.
Haraftrat eru fáir pensjónistar á Viðareiði, samstundis sum barnatalið er so stórt og at skúlin er ov lítil. Samstundis sær ein, at flestar aðrar bygdir og býir kring landið minka í fólkatali.
Nógvar orsøkir eru uttan iva til hetta, men tá ein hugsar um at ein stórur partur av mannfólkunum eru knýtt at sjónum, so er ikki ónatúrligt at skattainntøkan er bundin at hesi gongd.
- Vit uppliva tíbetur í dag, at tað gongur framá við fiskivinnuni, sigur Rói, og vísir til seinastu inntøkutølini sum vísa, at í januar mánaði hækkaði skatturin við meiri enn xxxxx prosentum.
- Hetta sær bara gott út. Vit eru í øllum førum nøgd.
Nógv inn - men nógv út aftur
Nýggjastu hagtølini frá Hagstovuni vísa ein hækkaðan skatt á Viðareiði higartil í ár í mun til í fjør - so mong sum xxx prosent.
Hóast ein sær peningin koma inn í kommunukassan, so kann ein samstundis staðfesta, at nógvur peningur fer úr aftur kassanum til dagliga raksturin og fastar skyldur hjá kommununi.
- Tað er faktiskt meiri enn eg trúði, vísir Rói Absalonsen á, og peikar samstundis á eitt ynski hjá mongum viðingum at fáa eitt sambýli til eldru í bygdini.
- Eg haldi at tað er púra skeivt, at vit skulu senda okkara gomlu av bygdini. Tey skuldu sjálvandi verðið her, - her sum tey altíð hava búð.
- Men eg vænti tó, at soleiðis sum støðan er í dag, verður nakað enn, áðrenn vit fáa eitt sambýli.
2020
Tað er ilt at spáa um framtíðina, men tá Rói roynir at gera seg sínar metingar av henni, so er tað eitt ið hann er sera upptikin av.
- Eg vóni, at Viðareiði framvegis fer at vera ein bygd í vøkstri. Eg vóni sjálvandi eisini, at okkurt vinnuligt arbeiðspláss verður skapt her, soleiðis at Viðareiði ikki bara verður ein sovibýur.
- Vit síggja eisini, at fólkatalið er í støðugum vøkstri. Og eg vóni tí, at enn fleiri fara at vilja búseta seg her.
SKATTUR
Eitt er at fólkatalið veksur, men tey í bygdarráðnum kunnu samstundis staðfesta at inntøkan hjá fólki veksur. - Vit eru nógv knýtt at fiskivinnuni, sigur Rói Absalonsen, ið siglir sum dekkari við Norðborg










