Miðvági:Tann 26. november klokkan 11 fyrrapartin verður undirsjóvartunnilin tikin alment í nýtslu. Hetta er eitt hálvt ár fyrr enn upprunaliga mett. Upprunaliga ætlanin segði juni 2003, meðan tað endaliga úrslitið nú verður í november 2002
Klæmint Weihe, nevndarformaður í P/F Vágatunlinum hevði stórtíðindi at bera á tíðindafundi á Ellisheiminum í Miðvági í gjár.
Spurningurin um, nær tunnilin verður klárur at taka í brúk, hevur verið á hvørjum munni í Vágum í longri tíð. Eins nógv hevur verið tosað um, hvat tað fer at kosta at koyra undir Vestmannasundi. Men tí spurninginum kundi nevndarformaðurin ikki svara á fundinum, tí kostnaðurin er ikki endaliga avgjørdur enn, segði hann.
Tó er greitt, hvussu sjálv bummskipanin fer at síggja út, greiddi hann frá. Talan verður um ómannaða bummstøð, har gjaldast skal við kortskipan. Bæði vanlig kreditkort og serlig kort til skipanina, fara at verða brúkt.
Roknað verður við, at fólk, sum ferðast nógv og regluliga gjøgnum tunnilin, fara at keypa serligu avsláttarkortini, meðan onnur, sum bara gera onkran túr av og á, kunnu klára seg við sama kortinum, sum tey brúka hjá lokala keypmanninum.
Klæmint Weihe segði á samkomu í samband við, at seinasta skotið í tunlinum varð skotið í januar, at hann væntaði at kunna geva vágafólki eina stóra jólagávur í ár. Tað lyftið heldur hann við at boðað frá, at tunnilin verður klárur tann 26. november.
Hann sigur eisini, at hann hevur alla grund til at halda, at tað fer at verða so. Tí arbeiðið gongur væl, og alt er, sum bendir á, at tað verður liðugt til ta tíð.
Tíðindafundurin á Ellisheiminum varð hildin í samband við, at Miðvágs Fornminnisfelag hevur sett upp eina framsýning um ferðasambandi vestur í Vágar.