Tunnilin klárur til stevnuna

Norðskálatunnilin verður opin aftur fyri vanligari ferðslu fríggjadagin. Tey, sum høvdu óttast fyri at noyðast um Eiðisskarð á Eystanstevnu, kunnu taka tað róligt, verður sagt frá Landsverkfrøðinginum

Samferðsla

Norðskálatunnilin verður latin upp aftur fyri vanligari ferðslu í morgin. Lýst verður, nær á degnum koyrandi verður aftur.
Finnleif Durhuus, leiðari á Vegadeildini hjá Landsverkfrøðinginum, sigur, at arbeiðið inni í tunlinum hevur gingið rímiliga væl.
Teir hava skotið eitt stórt vendipláss inni í miðjum tunlinum, sum heilt stóru lastbilarnir klára at venda á, skuldi tað gjørst neyðugt.
Umframt eru trý stór víkipláss eisini gjørd ymsastaðni í tunlinum, sigur hann.
Seinasta skotið inni í tunlinum varð skotið í nátt, og grótið koyrt út úr tunlinum. Síðan verður loftið reinsað og tryggjað, og í morgin er klárt at koyra aftur gjøgnum tunnilin.
Grótið, sum komið er úr tunlinum, nú arbeitt hevur verið har inni, verður brúkt til tann partin av vegagerðini av Oyrarbakka út til Oyrar, sum gjørdur verður nú.
Tað, sum gjørt er í tunlinum, er arbeiði, sum gjørt er sambært krøv, sum sett verða í samband við tær fyriskipanir, ið eru fyri norsku tunlarnar, og sum føroyingar eisini brúka, sigur Finnleif Durhuus.
At hetta verður gjørt beint nú, kemst av, at serútgerð til slíkt arbeiði er í landinum júst nú. Hetta er útgerð, sum NCC brúkti í undirsjóvartunlinum undir Vestmannasundi. Tí varð avtalað við NCC at gera hetta arbeiðið í Norðskálatunlinum, meðan útgerðin var her kortini.
?Hetta skal so gerast í øllum førum, vísir Finnleif Durhuus á.
Hann sigur, at tey hjá Landsverkfrøðinginum eru greið yvir, at tað hevur verið til ampa fyri summi at skula koyra um Eiðisskarð. Vegurin har er als ikki ætlaður til ta ferðsluna, sum hevur verið hesar dagarnar, tunnilin hevur verið stongdur.
Annars sigur Finnleif Durhuus frá arbeiðsformanninum hjá Lnadsverkfrøðinginum í Norðureysturoy, at ferðslan hevur gingið rímiliga væl um Eiðisskarð hesar dagarnar, tunnilin hevur verið stongdur.
Men tað hevur við hvørt verið til ampa fyri arbeiðið inni í tunlinum, at fólk ikki virða skeltini, sum standa uttan fyri tunnilin og siga frá, at hann er stongdur, sigur Finnleif Durhuus, leiðari á Vegadeildini hjá Landsverkfrøðinginum.