Árnafjørður: Tað var ikki sørt ørkymlandi at fylgja við gongdini í málinum um tunlarnar Norður um Fjall:
Fyrst varð avgerð tikin um at fara gjøgnum Gerðabø, men so kom “politikkur” í málið. Og tá tað so varð endaliga avgreitt, var avgjørt at tunlarnir skuldu ganga úr Ánunum til Árnafjarðar og víðari norðureftir.
Theodor fylgdi eisini áhugaður við orðaskiftinum á tingi, og hvørji argument vórðu brúkt. Onkur helt tað var óheppið, at øll tann tunga ferðslan skuldu partú fara gjøgnum Klaksvík, men aðrar røddir hildu ikki tað saman. Onkur helt hinvegin, at ein tunnil úr Ánunum fór at fáa positiva ávirkan á handilslívið í Klaksvík. Og onkur legði nærum upp til, at um fólkið norðanfyri ikki tók við hesi loysnini, so fingu teir ongan tunnil enn á sinni!
- Mín metan er, at ein tunnil gjøgnum Gerðabø hevði ikki bara verðið betri fyri okkum, men eisini fyri klaksvíkingar í longdini.
- Og hvat gjørdi tað so, um hann kostaði eitt sindur meiri enn tann, sum vit nú fáa?, spyr Theodor Askham Olsen.
Næstbesta loysnin
Vóru tað nøkur, sum við áhuga fylgdu við orðaskiftinum um plaseringina av nýggju tunlunum í Norðoyggjum, so mundu tað vera íbúgvararnir í Árnafirði.
Líka síðani tey fingu vegasamband við umheimin gjøgnum Borðoyatunlarnar miðskeiðis í sekstiárunum, hevur hetta málið havt teirra áhuga.
Tey hava sæð, hvussu ferðslan er vaksin í tali og í stødd hesi 40 árini. Og tey hava dugað at sæð, at her mátti ein dagføring gerast til ferðsluna í dag og í framtíðini.
Ein teirra er áðurnevndi Theodor Askham Olsen úr Árnafirði. Hann er í løtuni limur í teirri staðbundnu nevndini hjá Klaksvíkar kommunu, og hevur gjørt sær sínar hugsanir um ætlaða tunnilssambandið.
Hann er sjálvandi fegin um, at tingið umsíðir fekk tikið eina avgerð í hesum máli. Men fyri hann hevur hetta málið eitt stórt MEN:
- Eg, og mong við mær, eru eitt sindur vónbrotin av, at vit ikki fingu ta bestu loysnina - t.v.s. ein tunnil úr Gerðabøi, soleiðis at fólk sluppu undan at verða noydd at fara ígjøgnum bygt øki.
- Vit eru sjálvandi fegin um at fáa ein nýggjan tunnil, men rættast hevði verið at farið gjøgnum Gerðabø. So hevði ferðslan norðureftir farið beint ígjøgnum, og tað hevði eisini verið til stóran bata fyri ferðslutrygdina í býnum, sigur hann avgjørdur.
Krónur – ikki vit og skil
Málið um tunlarnar hevur ofta verið havt á munni hjá árnfirðingum hesa seinastu tíðina. Meiningarnar eru sjálvandi ymiskar, men eitt hevur ofta verið tikið fram: Tann fíggjarligi spurningurin.
- Mong av okkum halda, at politikkararnir í hesum føri bara hava hugsað um krónur og oyru. Sjálvandi hava teir rætt í tí, at tann valda loysnin kostar nakað minni enn hin.
- Men tá ein bara hugsar í krónum og oyrum, so fært tú sjáldan ta bestu loysnina. Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur eisini mælt til at fara út um bygt øki við nógvari ferðslu.Tað tykist ikki, sum hetta sjónarmiðið hevur havt so stóran týdning hjá politikkarunum, sigur Theodor Askham Olsen harmur á málinum.
Umframt hetta kemur tunnilin at liggja so mikið høgt, at árnfirðingar mugu nakað væl niðan í brekkuna, um teir skulu av bygdini.
Henda sama støðan gjørdi seg eisini galdandi, tá málið um Hovstunnilin var fyri. Her varð víst á, at ein lægri loysn var tann besta fyri ferðsluna. Og soleiðis varð eisini gjørt har.
Sum støðan er nú, fara tunlarnir úr Klaksvík og víðari norður eftir at liggja stutt niðanfyri teir verandi.
- Vit hava ikki verið eins sterkir og suðringar í hesum máli. Teir hava í øllum førum ein supertunnil í dag, slær Theodor fast.
Vilja búseta seg
Tann stóri spurningurin er, um hetta nýggja tunnilssambandið fer at fáa nakran týdning fyri menningina av Árnafirði.
Hagtølini vísa, at fólkatalið hevur verið minkandi tey seinnu árini. Í 1989 búðu 73 fólk her, 10 ár seinni 61 og í mars mánaði ár var talið komið niður á 50. Hetta eru kortini tvey fleiri enn í fjør.
Fyri Theodor Askham Olsen er eingin ivi um, at ein nýggjur tunnil fer at verða heimbygd hansara at gagni. Hann er vitandi um nógv fólk, sum ikki hætta sær at koyra gjøgnum verandi tunlar og tí ikki orka hugsanina um at skula búseta seg norðanfyri.
- Tá nýggju tunlarnir gerast veruleiki, fer hetta uttan iva at skapa eina broyting tann positiva vegin, soleiðis at fólk vilja búseta seg norðanfyri - eisini her í Árnafirði, staðfestir hann.
–––––––––––––––––––––––––––––









