Hvørjar vónir hevur tú um, at Suðuroyggin fer at fáa fast samband við meginøkið?
– Enn havi eg ikki mist vónina um fast samband. Havi tó ikki fingið nakra kunning frá myndugleikunum enn um verkætlanina, men hana vænti eg at fáa skjótt, tá tunnilin væntandi fer at koma upp her i kommununi.
Tað sigur Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu.
Hvønn týdning fer ein undirsjóvartunnil at hava fyri Suðuroynna?
– Tunnulin fer at hava alt at siga fyri eina framtíðar Suðuroy. Alt annað enn ein tunnil fer at gera, at Suðuroyggin fer at minka enn meira í fólkatali.
Borgarstjórin vísir á, at sjálvandi ynskja suðuroyingar at verða javnsettir við fólk í hinum stóru oyggjunum.
– Vit ynskja sjálvsagt, at tað ber til at fara til arbeiðis norðanfjørðs og so koma heimaftur eftir loknan arbeiðsdag.
Janus Thomsen sigur seg hava ringar vónir um, at Suðuroyggin fer at veksa í fólkatali, um oyggin ikki fær fast samband.
Hvør verður framtíðin hjá Suðuroynni, um oyggin ikki fær fast samband við meginøkið?
– Úrslitið verður, at vit koma at verða enn meira afturúrsigld.
Borgarstjórin heldur, at nú Sandoyartunnilin kemur, fer tað at merkjast, at Suðuroyggin verður enn longur burtur frá meginøkinum.
Hevur tú eitt boð uppá, nær ein undirsjóvartunnil undir Suðuroyarfirði kann gerast veruleiki?
– Tunnilin er ein risa verkætlan, sum sjálvandi má fyrireikast væl, og eg havi fult álit á tunnilsfelagnum, at teir fara at gera sítt besta. Teir vita, hvat teir tosa um, og teir vita eisini, hvussu ein so langur tunnil skal gerast.
Janus Thomsen heldur, at hevði ein Suðuroyartunnilin komið um átta ár, hevði tað verið gott, men hann ásannar, at hetta sjálvsagt veldst um nógv ymisk viðurskifti.