Tunnilin er fortíð

– Málið um Eysturoyartunnilin er avgreitt frá okkara síðu. Tað er stutta viðmerkingin hjá stjóranum í CIP, Rúna Bro Róin, sum kann gerast ein lyklapersónur í kanning hjá Hans Gammeltoft Hansen

– Málið um Eysturoyartunnilin er avgreitt frá okkara síðu. Tað er stutta viðmerkingin hjá stjóranum í CIP, Rúna Bro Róin

 

Meðan kollsiglda, privata tunnilsætlanin framvegis gevur politisku skipanini og embætisverkinum í Føroyum stórt høvuðbrýggj, so er talvan viskað rein á Langelinie Allé 41 í Keypmannahavn.

 

– Hatta málið hava vit lagt aftur um okkum, sigur Rúni Bro Róin.

 

Stjórin í Copenhagen Infrastructure Partners gevur greitt til kennar, at hann als ikki fylgir við í tí eftirspæli, ið stóðst av samráðingunum við landsstýrið, har CIP bjóðaði sær til at byggja, fíggja, eiga og reka Eysturoyartunnilin.

 

Fríggjadagin boðaði Hans Gammeltoft Hansen frá, at hann ætlar sær at biðja Rúna Bro Róin og ráðgevan hjá Innlendismálaráðnum, Kurt Bardeleben, um at geva sínar frágreiðingar. Heldur ikki tey tíðindini eru komin vegin fram til CIP-stjóran.

 

– Fáa vit ein fyrispurning, so fyrihalda vit okkum til tað, ljóðar stutta svarið frá Rúna Bro Róin.

 

Framvegis ber ikki til at staðfesta nakra staðni í almennu fyrisitingini, hvørt løgmaður ringdi til Rúna Bro Róin mánadagin 24. juni í fjør. Heldur ikki her hevur CIP-stjórin nakað at leggja afturat.

 

– Málið er avgreitt frá okkara síðu. Vit halda fokus á tær verkætlanir, ið eru áhugaverdar fyri okkum, svarar Rúni Bro Róin.

 

Rúni Bro Róin var persónurin, sum løgmaður fundaðist einsamallur við, mikudagin 26. juni í fjør. CIP-stjórin kann tí gerast eitt áhugavert vitni, væl at merkja um Gammeltoft fær hann at geva frágreiðing.

 

Sosialurin hevur fylgt avhoyringunum síðstu dagarnar, nú Kári P. Højgaard, Kaj Leo Holm Johannesen og Marjun Hanusardóttir hava givið sínar frágreiðingar í tunnilsmálinum. Les um frágreiðingina hjá løgmansstjóranum í Sosialinum í dag.