Tunnilin er altavgerandi fyri okkum

- Tað finnast ikki arbeiðsmøguleikar til okkum í Sandoynni, sigur Tummas Mohr, sum saman við konu síni hevur keypt hús á Sandi.

 

 

Hvør er kenslan, nú Sandoyartunnilin letur upp alment? 

 

- Kenslan er sera góð, og konan og eg gleða okkum til at sleppa at renna gjøgnum tunnilin í dag, sigur Tummas Mohr.

Hvønn týdning heldur tú, at tunnilin fer at fáa fyri Sandoynna? 

- Tunnilin er sera týdningarmikil fyri okkum, tí tað finnast ikki arbeiðsmøguleikar til okkum í Sandoynni. Tí er tað alneyðugt, at tað er ómakaleyst at ferðast aftur og fram.

Sært tú nakrar vansar við fasta sambandinum, sum nú verður? 

- Nú hava vit ikki búð í Sandoynni, áðrenn tunnilin kemur. So, tað er eitt sindur trupult hjá okkum at siga. Men, vit halda, at tað er ótrúliga gott at hava lokalar handlar, so vit vóna, at teir ikki missa ov nógvan umsetning til handlarnar í Havn.

Fert tú at sakna gomlu farleiðina við Teistanum um Skopunarfjørð? 

- Tað hevur verið sera hugnaligt umborð í Teistanum, so ja, men tað verður fantastiskt nú at fáa tunnilin, sigur Tummas Mohr.